Hendan tvíflísin er sera væl egnað til tann góða matpakkan, tá summardagarnir vera brúktir til góðar útferðir, telttúrar ella bara ein góðan gongutúr út í hagan. Dagurin gerst bara eyka góður tá man veit at ein góður matpakki bíðar einum.

Glutenfríur

Clubsandwich

TILFAR
10 tvíflís breyð
5 dl lunka vatn
150 g rivnar gularøtur
2 spsk fiberhusk
0,5 dl hørfræ
1 dl sólblómukjarnur
3 egg
1 dl olivenolja
1 spsk æblecideredikk
1,5 tsk hunang
1 tsk salt
200 g majsmjøl
150 g eplamjøl
50 g glutenfrítt havramjøl
50 g glutenfrítt havragrýn
1 tsk turrger

4 Club tvíflísir
4 tvíflísbreyð
2-3 stórar høsnarungabringur
1/2 reyðleyk skorin í tunnar ringar
2 tomatir skornar í flísar
1 hjartasalat
súltaðar agurkur
ca. 1/2 til 1 pk. flesk

Kryddlaki
1 spsk dijon sinnopp
1 spsk olivenolju
1 hvítleyksfet
1/2 tsk. timian
salt og pipar

Dressingur
1/2 fínt rivnan reyðleyk
4 spsk súrróma
2 spsk majones
2 tsk. karry
1/2 tsk. sukur
eitt dism av salti

 

Soleiðis gert tú

Tvílfís breyð

  1. Blanda vatn, gularøtur og fiberhusk saman og rør væl og skjótt. Koyr fræ og kjarnur í og rør aftur væl.
  2. Koyr síðani egg, olivenolju, hunang, æblecideredikk og salt í og rør í uml. 3 min.
  3. Blanda øll mjøl, havragrýn og turrger væl saman; koyr í deiggið og rør í uml. 10 min.
  4. Lat ganga í 2 tímar.
  5. Set ovnin á 250 stig.
  6. Koyr glutenfrítt havramjøl ella majsmjøl út á borðið og legg deiggið omaná.
  7. Trýst deiggið flatt til uml. 3 cm. hædd og sker deiggið í fýrakantar.
  8. Tak nú ein fýrakant ísenn, legg á bakiplátu klødd við bakipappíri og trýst hann flatan til uml. 1,5 cm hædd.
  9. Baka í 10 min. á 250 stigum, set hitan niður á 200 stig og baka víðari í uml. 20 min.
  10. Lat breyðini kólna í uml. 1/2 tíma, áðrenn tú skerur í tey.

Club tvíflís

  1. Sker høsnarungabringurnar tvørturum, soleiðis at ein bringa blívur til uml. 3 tunnar bringur.
  2. Blanda tilfarið til kryddlakan, legg høsnarungan í og lat standa í ½ tíma.
  3. Steik fyrst fleskið broyski og síðani høsnarungabringurnar á pannuni í uml. 4 min á báðum síðum.
  4. Blanda tilfarið til dressingin.
  5. Samla tvíflísina við at smyrja breyðini við dressinginum og fyll tvíflísina við høsnarungabringu(m), fleski, leyki, salatbløðum, tomat og súltaðum agurkum.

Prei

Hugskot til aðra tvíflís fyllu er tunmousse ella laksamousse og deiggið kann eisini brúkast til bollar, sum kunnu bakast á sama hita og somu tíð, bara forma til bollar ístaðin fyri tvíflís.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.