Fleskasteiks­burgari

Royn fleskasteikina á ein øðrvísi hátt við hesum lekkra fleskasteiks­burgaranum. Vit eru kanska nøkur sum halda, at tann siðbundni rætturin við fleskasteik kann verða keðiligur í longdini. Men nú kann vend koma í og fleskasteikin kann fáa ein heilt nýggjan smakk.

Burgarabollar 8 stk.

1 ¼ dl lunkað vatn
1 ¼ dl mjólk
25 g ger
1 egg
50 g sukur
1 spsk. hunangur
40 g bleytt smør
Eitt sindur av salti
450 g mjøl

Set ovnin á 220°.

Byrja við at stoyta mjólk og vatn í ein bolla (tryggja tær, at tað hevur rættan hita), rør so gerina í. Síðani skulu egg, sukur, hunangur, salt og til seinast mjølið í. Elt deiggið væl saman og koyr síðani bleyta smørið í og elt aftur í eina góða løtu. Lat deiggið ganga í umleið ein tíma.

Rulla nú deiggið í átta bollar og lat bollarnar ganga í ein hálvan tíma. Trýst bollarnar flatar og smyr teir við eggi og stroy við onkrum pyntiligum fræi. Bollarnir skulu  ganga í ein hálvan tíma afturat, áðrenn teir skulu bakast í ovninum í 12-14 minuttir.

Fylla

Salat
Stoktur leykur
Reyðkál
Súltaðar agurkur
Reytt pesto

Fleskasteikina steikir tú í ovninum, júst sum tú plagar. Tú kanst velja at hava svørðin við í burgaranum ella skera hann av og hava hann sum tilhoyr.

Burgarin verður borðreiddur við heimagjørdum eplabátum og dressingi.