Nú er skjótt Føstulávint, ein siðvenja sum eg, sum barn, minnist var fylt við hugna, grýluklæðum og ikki minst føstulávintsbollum. Tað var so lekkurt, aftaná at hava verið úti í kuldanum og spælt, at koma heim til heimabakaðar føstulávintsbollar. 😉

Føstulávintsbollar

við kremi

Tilfar

Vatnbakstur
70 g glutenfrí havragrýn, blendað til mjøl
80 g eplamjøl
150 g smør
4 egg
3 dl vatn
½ tsk salt
2 tsk sukur

Kakukrem
1 posa kakukrem
5 dl mjólk

Rómakrem
2 dl kakukrem
4 dl róma
1 tsk vaniljusukur
1 spsk florsukur

Glasur
3 spsk kakao
6 spsk kóka vatn
75 g flormelis

Soleiðis gert tú

Vatnbakstur
Set ovnin á 200 stig (heit luft).
Koyr vatn, smør, salt og sukur í eina grýtu og lat koma uppá kók.
Blanda mjølini væl saman.
Tá vatn/smørblandingin kókar, koyrir tú alt mjølið í grýtina og rørur væl uml. ½ – 1 min á hitanum.
Tak grýtuna av hitanum og rør til deiggið sleppur grýtu og skeið og lat kølna eina løtu.
Koyr eitt egg í senn, í deiggi, og rør væl millum hvørt egg (tað ber eisini til at røra við el-pískara).
Forma vatnbaksturdeiggið til bollar, antin við tveimum skeiðum ella brúka sproytiposa (teir vaksa nógv, so lat tað vera sindur av plássi millum teir).
Baka í ca. 25 min. (tað er týdningarmikið at man ikki letur hurðina til ovnin upp, fyrr enn aftaná 15 min., tí annars kann vatnbaksturin fella saman. Aftaná 20-25 min. tekur man ein bolla út og um hann ikki fellur saman, so er vatnbaksurin bakaður nokk).
Sker eitt lítið hol í vatnbaksurbollarnar, tá teir eru liðugt bakaðir, fyri at fáa dampin út, og lat teir kólna á rist, áðrenn teir vera fyltir.

Kakukrem og glasur
Blanda kakukrempulvur og mjólk og rør væl.
Lat standa í 20 min. í køliskápi.
Píska róman saman við florsukuri og vaniljusukuri og blanda tað síðan saman við 2 dl av tí lidna kakukreminum.
Blanda florsukur, kakao og vatn saman til glasur.
Fyll vatnbaksturbollarnar við kakukremi og rómakremi.
Pynta við glasuri.

Prei

Um man dámar væl súltutoy, kann man leggja tað afturat kakukremi og rómakremi sum fylla. Og um man ikki brúkar allan vatnbaksturin til føstulávintsbollar, eru teir eisini væl egnaðir til nátturðan, har kan fyllan t.d. vera laksamousse, rækjusalat ella okkurt heilt triðja.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.