Hesi glutenfríu müslibrotini eru perfekt til tí lítlu svongdina, til matpakkan ella sum eitt sunnari val tá man hevur hug til okkurt søtt. Tey eru løtt at gera og smakka sera væl. Um man dámar betri aðrar nøtir og kjarnur enn heslinøtir og graskarkjarnur, so kunnu tær sagtans býtast um við aðrar, bara í somu mongd. Sama er galdandi fyri berini.

Sunnari

glutenfrí müslibrot

TILFAR
100 g kokusolja
50 g hunangur ella ahornsirop
2 tsk vaniljusukur
200 g glutenfrí havragrýn
75 g heslinøtir
60 g tranaber
0,5 dl graskerkjarnur
eitt dism av salti

 

Soleiðis gert tú

  1. Set ovnin á 175 stig.
  2. Koyr heslinøtirnar i eitt fat og set í ovnin í uml. 10 min.
  3. Koyr síðani nøtirnar i eitt fat við loki og rist væl, til tú sært at næstan alt skalið av heslinøtunum er farið av.
  4. Hakka heslinøtirnar groft.
  5. Set eina grýtu á lágan hita og koyr kokusolju, hunang og vaniljusukur í.
  6. Tá alt er smelta koyrir tú havragrýn, hakkaðu heslinøturnar, graskarkjarnur, tranuber og salt í og rør væl, soleiðis at kokusolja og hunangur er blanda væl saman við restini av tilfarinum.
  7. Koyr bakipapír í ein form (eg brúkti 26×15 cm), koyr müslibrotblandingina í og pressa blandingina flata, soleiðis at hon er javnt býtt út í forminum.
  8. Baka á 125 stig í uml. 1 tíma.
  9. Lat kølna í 15 min. á rist, og sker út í stykkir. Kann halda sær í uml. 1 viku í køliskápi.

Prei

Um tað skal gerast eyka søtt, so er eisini lekkurt at koyra smáar sjokuláta knappar í, ístaðin fyri turkaða frugt ella smelta nougat yvir vatnbað og síðani stoyta tað omaná tá müslibrotini eru bakað.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.