Hendan tertan er løtt at gera og smakkar so sera væl. Eitt gott hugskot til bæði nátturða, miðmála ella at hava við í matpakkanum. Umframt at terta smakkar væl, so gevur hon eisini møguleika fyri, at fyllan kann broytast, alt eftir hvat man hevur hug til.

Terta

við kalkunfleski og soppum

TILFAR
Tertubotnur
50 g eplamjøl
50 g havramjøl
100 g glutenfrítt havragrýn
50 g bleytt smør
1 egg
1/4 dl vatn
1 tsk. salt

Tertufylla
200 g av blandaðum soppum
100 g kalkunflesk
1 reyðleyk
3 egg
2 dl róma
uml. ½ pakka av rivnum osti
salt og pipar
eitt sindur av maggi aroma

Soleiðis gert tú

Tertubotnur

  1. Koyr alt tilfarið til tertudeiggið í eina rørimaskinu og rør væl, til deiggið samlast. Hevur tú ikki rørimaskinu, ber eisini til at brúka pískara við deiggjkrókum.
  2. Legg deiggið á bakipappír, legg eitt bakipappír omaná og rulla út til ein tunnan runding.
  3. Tak ovasta bakipappírið av, koppa deigginum niður á smurdan tertuform, trýst upp á pláss og tak síðani bakipappírið av. Prika allan botnin við gaffili.
  4. Set tertubotnin í køliskáp í uml. 20 min.
  5. Baka á 200° (heit luft) í 7 min.

Tertufylla

  1. Sker kalkunflesk og soppar í smærri bitar og hita við pannu á miðal hita.
  2. Sker reyðleyk í álir og koyr á pannuna saman við kalkunfleski og soppum.
  3. Krydda við eitt sindur av salti og pipari og lat steikja í uml. 5 min.
  4. Rør eggini og róman væl saman og krydda við salti, pipari og maggi aroma.
  5. Koyr kalkunfleska-/soppa-/reyðleyksblandið í tertubotnin, oys eggja-/rómablandið útyvir og stroy tann rivna ostin omaná.
  6. Baka á 200° (heit luft) í uml. 20 min.

Prei

Til ber eisini at býta sopparnar um við t.d. høsnarungabitar, brokkoli, skinku ella okkurt heilt fjórða, so er tað ein heilt onnur terta, men minst líka lekkur.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.