So er desember og aftur tíð til jólahugna og bakstur. Einki er so hugnaligt sum jólatíðin og tá hoyrir seg sjálvandi tann søti baksturin. Síðan eg fekk cøliaki havi eg hvørt ár roynt meg við at funni glutenfríar jólauppskriftir, sum smakka eins væl og tær ”vanligu”.

Hetta er ein nýggj uppskrift, sum eg ikki havi roynt áður og hon eydnaðist avbera væl. Eg havi pyntað smákøkurnar við at stroya knúst Bismarck bomm út yvir tær, beint sum tær eru komnar úr ovninum. Tú kann eisini nýta onnur bomm, um tú heldur vilt. Eg vænti, at lakress bomm eisini høvdu
høska seg sera væl.

Glutenfríar

jólasmákøkur

v/marsipan og nougat

Tilfar

  • 150 g nougat
  • 100 g sukur
  • 100 g putursukur
  • 200 g smør
  • 125 g rivið marsipan
  • 200 g glutenfrítt havramjøl
  • 75 g eplamjøl
  • 2 eggjablommur
  • 1 tsk bakipulvur

Soleiðis gert tú

  1. Legg nougat í frystiboksina í uml 15 min. so tú fært skorið tað í smáar fýrakantaðar bitar, uttan at tað smeltar ella morlast.
  2. Smelta smør, sukur og putursukur í grýtu og rør, so alt blandast væl saman.
  3. Rør eggjablommurnar í.
  4. Blanda havramjøl, eplamjøl og bakipulvur saman og vend í smør/sukur blandingina.
  5. Lat deiggið kølna eitt sindur og vend síðani tað rivna marsipanið og tað skorna nougatið í deiggið.
  6. Koyr deiggið i tvey og rulla til pylsur við at leggja tað í húsarhaldsfilm. Legg í frystiboksina í uml 20/30 min.
  7. Set ovnin á 175° heit luft.
  8. Sker deiggið í flísar, legg á bakiplátu og baka í uml. 10 min.

Prei

Eg havi pyntað smákøkurnar við at knúsa bismarck bomm. Um tú kundi hugsað tær ein annan smakk, so hevði eg roynt meg við lakress bommi.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.