Hesar vaflurnar smakka so væl og so eru tær eisini skjótar at gera. Tað er skjótt at røra deiggið saman, og so tekur tað ikki leingi at baka tær. Um tú fært óvæntaðar gestir ella bara ynskir ein góðan drekkamunn, so eru tær eitt eyðsætt val.

Um tú ikki etur allar, so kann tú bara frysta tær til eitt seinni høvi og síðani hita tær í ovninum á lágum hita í fáar minuttir,
so eru tær sum nýbakaðar.

Glutenfríar vaflur

Uml. 10 vaflubundi
125 g sukur
2 egg
2 tsk vaniljusukur
2 tsk bakipulvur
150 g glutenfrítt havramjøl
100 g fínt maismjøl
100 g eplamjøl
150 g smør
5 dl mjólk

 

Soleiðis gert tú

  • Smelta smørið
  • Blanda øll mjølsløgini og bakipulvurið væl saman
  • Rør sukur, egg og vaniljusukur væl saman
  • Koyr tað smeltaða smørið og mjólkina í eggja/sukur-blandingina og rør væl
  • Koyr síðani mjølið so við og við í, ímeðan tú rørir soleiðis at ongir klumpar eru í deigginum.
  • Lat deiggið standa og hvíla í 15 min.
  • Nú er klárt at baka vaflurnar – legg tær á rist tá tær eru bakaðar, so tær kólna eitt sindur áðrenn tú stáplar tær.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.