Nakað, sum eg saknaði mest eftir at eg fann út av, at eg ikki toldi gluten, var at kunna gera góðar bollar. Nú havi eg roynt meg í skjótt trý ár við tí glutenfría og havi tí fleiri uppskriftir uppá bollar, sum mær dámar sera væl. Hetta er ein av teimum nýggju eg havi gjørt, hinar kunnu finnast á blogginum.
Glutenfríir gularótabollar
við kovaosti
Uml. 16 – 18 bollar
Tilfarslisti
3 dl lunkað vatn
1 tsk turrger
1 spsk fiber husk
1 spsk sólblómuolja
1 spsk ljósan siropp
400 g glutenfrítt mjøl:
100 g havramjøl
100 g maismjøl
200 g eplamjøl
1 tsk. salt
150 g fínt rivnar gularøtur
150 g kovaost
Soleiðis gert tú
- Blanda lunkaða vatnið saman við olju, siroppi og fiberhusk og rør væl.
- Lat standa til tað er blivið til gele, ca. 5-10 min.
- Blanda rivnu gularøturnar og kovaostin í geleblandingina og rør væl.
- Blanda alt mjølið við turrger og salti og rør væl saman.
- Koyr mjølblandinga í deiggið so við og við og rør væl.
- Lat ganga í 1 tíma.
- Koyr eitt sindur av olju á fingrarnar og forma deiggið til bollar.
- Lat ganga í 1 tíma.
- Baka á 200 stigum í 20-25 min. (tá tú bankar á botnin á bollanum, skal tað ljóða opisligt(hult), so hava teir fingið nokk)
- Lat bollarnar kólna í ½ tíma áðrenn teir verða skornir.
Prei
So deiligt at fáa sær kakao og bollar ein kaldan januardag. Hesir hava bæði eina góða skorpu og smakka sera væl. Tað er best at frysta teir bollarnar niður, sum man ikki etur sama dag, teir eru bakaðir.
Um Unn
Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.