FIFA HM-steypið kemur til Føroyar!

FIFA HM-steypið, ið spælarar sum Diego Maradona hava tikið í móti, er nú á veg til Føroya við tiltikna Coca-Cola flogfarinum. Við í flogfarinum er eisini franski HM-vinnarin frá 1998, Christian Karembeu.

Tiltikna Coca-Cola flogfarið, ið er prýtt bæði uttan og innan við Coca-Cola, lendir í Føroyum 24. mars. Umborð er orginala FIFA World Cup steypið. Eitt steyp, ið spælarar sum Diego Maradona, Lothar Matthäus, Fabio Cannavaro, Iker Casillas og Didier Deschamps hava tikið í móti frammanfyri øllum heiminum.

Nú hevur tú eisini møguleikan at síggja orginala HM-steypið saman við einum serligum heimsmeistara. Tí Christian Karembeu er ikki hvør sum helst. Hann var við til at vinna HM í 1998 fyri Frakland, sum er einastu ferð, at stóra tjóðin hevur vunnið steypið. Hann er eisini tvífaldur Champions League vinnari við ongum minni enn Real Madrid.

Flogfarið lendir í Vágum leygardagin 24. mars klokkan 17. Tá fáa innboðin møguleikan at sleppa umborð á flogfarið. Síðani gongur leiðin á Tórsvøll, har almenningurin sleppur at síggja HM-steypið.

Kl. 18 byrjar eitt tiltak á Tórsvølli við ymiskum aktivitetum til børn. Ókeypis suppa, kaffi og okkurt søtt til góman verður eisini at fáa, umframt góðan tónleik.

Kl. 19 letur No. 12 dyrnar upp, og tá verður HM-steypið avdúkað. Síðani hava fólk møguleika at taka myndir saman við steypinum í eitt avmarkað tíðarskeið.

 
So tak vinir, familju og góða lagið undir armin og kom á Tórsvøll tann 24. mars kl. 18!
Coca-Cola flogfarið fer víðari til Íslands sunnumorgunin 25. mars klokkan 8.
Sum umboð fyri Coca-Cola í Føroyum, er tað P/F Poul Hansen, sum er samskipari av tiltakinum í Føroyum.