Eg sakni viðhvørt at fáa leskiligt glutenfrítt breyð afturvið t.d. súpan ella grýturætti, tá hini sita og eta teirra breyð. T.d tá hini eta hvítleykslangbreyð, so hevði verið leskiligt at havt ein glutenfrían valmøguleika til okkum, sum ikki kunnu eta tað.

Glutenfrítt

Hvítleyks/persillu breyð

Tilfar

Rema glutenfrí mjølblanding til ljóst breyð
ella
125 g glutenfrítt havramjøl
125 g fínt majsmjøl (ikki groft sum polenta ella majsgrýn)
175 g eplamjøl
1 tsk. salt
6 dl lunka vatn
50 g ger
20 g fiberhusk
1 spsk hunang

Fylla

50 g bleytt smør
2 bátur av hvítleyki
1 persilluplantu
uml. ½ pakka av rivnum osti

Soleiðis gert tú

Fylg vegleiðingini á mjølblandingini, til deiggið er klárt
ella
Blanda turra tilfarið saman
Lat gerið loysast upp í vatninum og koyr síðani hunangin í.
Blanda síðani tað váta og turra saman og rør í uml. 10 min.
Lat deiggið ganga í 1 tíma.
Pressa hvítleykin og blanda saman við smørinum, so tað gerst til hvítleykssmør.
Legg deiggið á eitt bakipappír og rulla tað út í ein fýrakant uml. 40 x 40 cm. Brúka eitt sindur av eyka mjøli um deiggið klistrar í bakipappíri.
Smyr hvítleykssmørið á deiggið.
Sker persilluna fínt og stroy omaná.
Koyr síðani tann rivna ostin útyvir.
Sker deiggið í líka stórar fýrakantar og legg teir omaná hvønn annan, soleiðis at tað er fylla ímillum hvørt lag.
Koppa breyðtorninum, soleiðis at bakipappírið er rundan um breyðið og legg tað yvir í ein breyðform.
Legg eitt viskistykki útyvir og lat ganga í 30 min.
Baka síðani á 200 stigum í 30 min. við heitluft.
Lat kølna í uml. 20 min, áðrenn etið verður.

Prei

Um tú etur hana flógva, hóskar tað seg sera væl at blanda skyr, róma og vaniljusukur saman og hava afturvið.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.