Hesar ingifer smákøkurnar eru mín glutenfría útgáva av einum serligum smákøkum – ginger biscuits/cookies – sum mær altíð hevur dáma sera væl, men sum eg, eftir at eg fekk cøliaki, ikki havi kunnað funnið nakra glutenfría útgávu av. Vóni tær fella í líka góða jørð hjá tær, sum her hjá mær 😉

Glutenfríar

Ingifer smákøkur

Tilfarslisti
150 g glutenfrítt havramjøl
100 g eplamjøl
2 tsk. ingifer kryddarí
1 tsk. vaniljusukur
1 tsk. hjortetakssalt
1 tsk. bakipulvur
1 tsk. salt
75 g sukur
75 g putursukur
85 g smør (stovuhita)
2 spsk myrkan sirup
1 egg

 

Soleiðis gert tú

  1. Blanda alt turt tilfar saman.
  2. Rør sukur, putursukur, smør og sirup saman.
  3. Koyr mjølið í sukur/smør blandingina saman við egginum og rør runt til deiggið gerst mjúkt og sleppur bollanum.
  4. Deil deiggið í tvey, rulla til pylsur, pakka inn í húsarhaldsfilm og legg í frystiboksina í uml 10-15 min. til deiggið er fast í tí.
  5. Set ovnin á 175 stig.
  6. Sker pylsurnar í skivur og legg køkuskivurnar á bakiplátu sum er klødd við bakipappíri.
  7. Baka í uml 10 min. og lat kølna á rist.

Prei

Pynta køkurnar við at skera mynstur úr pappíri og síla flormelis útyvir.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.