Matoyðsl-appin klár at brúka!

Frá í dag av kunnu fólk fara til handils við fartelefonini og samstundis vera við til at minka um matoyðsl.

Tað ljóðar einfalt, og tað er tað eisini, tí í dag riggar appin Too Good Too Go í Føroyum. Appin ger tað lættari fyri brúkaran at keypa mat, sum annars vildi verið tveittur burtur av handlunum – altso matvørur, ið ikki eru seldar áðrenn seinasta søludag.

Frá í dag av eru allir Á handlarnir at finna í Too Good To Go, har teir hava posar við vørum til sølu. Ein posi við vørum kostar 29 krónur. Í posanum eru ymiskar matvørur, sum flestu okkara brúka í gerandisdegnum: Pálegg, grønmeti, frukt og mjólkavørur.

Men hvar kemur appin inn í myndina? Jú, tú keypir posan á appini og rindar beinanvegin, fert til handilin, vísir kvittanina á telefonini, og síðani fært tú posan heimvið. Skjótt, lætt og ómakaleyst.

Herfyri vunnu Á handlarnir virðisløn frá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk fyri átakið “Minka um matoyðsl”, har nýggja appin er ein týdningarmikil liður í átakinum.

Á-handlarnir eru 12 í tali, og hvønn gerandisdag vera serligu posarnir til keyps, og kunnu avheintast ásett tíðarskeið hvønn dagin.

GG: posarnir kunnu bert keypast á appini og IKKI inni í handlunum!