Hendan ostakøkan er eitt sindur annarleiðis enn ein vanlig ostakøka við keksabotni. Tað er eitt sindur ringt at finna glutenfríar digestive keks, so eg havi avgjørt at gera ein nøtubotn ístaðin. Ostakøkan er deiliga frísklig og so sera páskalig við sínum flotta gula liti, og so kann man pynta hana júst sum einum lystir.

Páskaostakøka

v/ lime og hylliblómu

Tilfarslisti

Vatnbakstur
75 g heslinøtur
75 g mandlur
75 g sukur
2 egg
50 g smelta smør
1 tsk. bakipulvur
1 tsk. vaniljusukur
eitt lítið sindur av salti

Ostafylla
300 g rómaost
200 g naturel skyr
75 g sukur
1 lime (saft + skal)
2 dl hylliblómusaft
4 husblas

Lime/sitrón krem
4 pasturiseraði egg
100 g smør skorið í smáar bitar
saftin úr tveimum sitrónum
saftin úr trimum limefruktum
125 g sukur
1 tsk. vaniljusukur

Soleiðis gert tú

Nøtubotnurin
Píska egg og sukur saman.
Blenda nøturnar í blendara.
Blanda salt, bakipulvur og vaniljusukur saman við blendaðu nøtunum og blanda í eggjaskúmið saman við smeltaða smørinum.
Koyr bakipappír í botnin á einum 20 cm diametur formi, smyr síðurnar við smøri.
Koyr síðani deiggið í og baka á 175 stigum í uml. 30 min.

Ostafyllan
Píska rómaost, skyr, sukur, limeskal og limesaft væl saman.
Koyr husblasbløðini í eina skál við køldum vatni og lat standa í uml. 7 min.
Hita hylliblómusaftina á lágum hita, tað skal ikki kóka, men blíva eitt sindur heitari enn lunkað.
Pressa síðani vatnið úr husblasinum og koyr í saftina, so tað upploysist.
Rør saftina varliga í ostafylluna so við og við.
Nú er klárt at koyra ostafylluna omaná nøtubotnin, tá hann er kølnaður.

Lime/sitrónkrem
Set ein bolla oman á eina grýtu við vatni í og set á miðal hita. Bollin má ikki nema vatnið.
Koyr sitrón og limesaft saman við pasturiseraðu eggunum, sukuri og vaniljusukuri í bollan og rør væl.
Koyr síðani smørbitarnar í blandingina og rør ofta til kremið tjúknar, tað tekur uml. 10 min.

Legg ostakøkuna saman
Tá nøtubotnurin er kølnaður, koyrir tú hann í aftur formin, og um tú vilt, kanst tú antin klippa bakipappír til ella nýta køkuplastfilm runt um botnin, soleiðis at tað liggur inn móti síðunum á forminum. Hetta er ikki altumráðandi men ger, at køkan er lættari at fáa úr forminum aftur og hon fær eisini penari linjur.

Stoyt síðani ostafylluna omaná botnin og lat kølna í 4 tímar ella til blandingin er stívnað. Smyr síðan ta nøgdina av lime/ sitrónkremi omaná, sum tú heldur er passaligt.

Pynta køkuna við t.d. smáum marengstoppum, beint áðrenn hon verður borðreidd.

Prei

Um man dámar væl súltutoy, kann man leggja tað afturat kakukremi og rómakremi sum fylla. Og um man ikki brúkar allan vatnbaksturin til føstulávintsbollar, eru teir eisini væl egnaðir til nátturðan, har kan fyllan t.d. vera laksamousse, rækjusalat ella okkurt heilt triðja.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi i Keypmannahavn, har eg lesi digitalt design og samskifti. Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.