Treytir
Pinkupakkin frá Á og Samkeyp er ein vælkomugáva til nýføddað barnið. Hevur tú átt á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, eigur tú at hava fingið bjóðað eitt vælkomubræv frá Á og Samkeyp, sum samstundis er ein innbjóðing til at melda til okkara Pinkupakkaskipan.
Innihald
- 1 pk REMA 1000 vátserviettar
- 1 pk REMA 1000 skúm vaskiklútar
- 1 pk REMA 1000 blæur stødd (mini 3-6kg)
- 1 REMA 1000 pinkubarna hársápa
- 2 REMA 1000 suttur
- 1 pk REMA 1000 svimjiblæur (Small 7-12kg)
- Virðiskort til at samla stempul í, hvørja ferð ein REMA 1000 blæupakki verður keyptur, og fá 10. blæupakkan ókeypis.
Pinkupakkin fæst einans við at melda til gjøgnum heimasíðuna hjá Á ella Samkeyp.
Verður Pinkupakkin ikki heintaður innan rímuliga tíð, loyva vit okkum at ógilda tilmeldingina.
Pinkupakkin er ætlaður einum nýføddum barni pr. húski um árið. Við tví- ella tríburðum verður sjálvandi vøran løgd í Pinkupakkan samsvarandi.
Tú kanst meldað til, frá tí degi barnið er føtt og inntil tríggjar mánaðir eftir føðing. Pinkupakkin kann í fyrsta lagi heintast 7-10 arbeiðsdagar eftir tilmelding. Við tilmelding skal ásetast í hvørjum handli Pinkupakkin ynskist at heintast. Tilmeldingin verður skrásett í skipanini og Pinkupakkin verður pakkaður og merktur við navni á tilmeldara og síðani sendur til handilin.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í innihaldinum í Pinkupakkanum.
Treytir fyri stempulkort til blæur
Stempulkortið er einans galdandi, um foreldur at nýføðingi (upp til 3 mánaðar gamal) hava meldað seg til Pinkupakkaskipanina, undir treytunum, sum eru nevndar her á síðuni. Stempulkortið kann bert nýtast til eitt barn í senn, so til ber ikki, at brúka sama stempulkort til fleiri ymisk børn. Stempulkortið skal vísast við kassan í handlinum og tú fært eitt stempul fyri hvønn keyptan blæupakka (frá REMA 1000) í einum Á- ella Samkeyps handli.
Tá ið tú hevur keypt 9 REMA 1000 blæupakkar og samlað 9 stempul, verður 10. blæupakkin latin tær ókeypis, og tú fært eitt nýtt stempulkort útflýggjað.
Tú kanst samla stempul inntil barnið ikki brúkar blæu meira, ella inntil barnið er fylt 3 ár.
Við at melda til Pinkupakkaskipanina, játtar tú samstundis at fáa kunning og tilboð frá Á og Samkeyp av og á.