Hesa kundi eg líka so væl kallað Fazermint køka, tí tað eri eg rættuliga vís í, at tað er tað tit fara at hugsa um, tá ið tit smakka hana. Hon er gjørd við tilfari, sum er lætt at fáa fatur á og so kann man eisini væl býta tað tilfar, sum inniheldur mjólkarúrdrátt, um við vøru, sum er mjólkafrí – td. soyaróma og plantusmør. Um man ikki hevur cøliaki, so kann man eisini brúka vanligt havramjøl (ella blenda havragrýn).

Sjokuláta mint køka

– til páskir ella aðra hugnaløtu

Køkubotnur (2 stk)
200 g smelta smør
225 g sukur
2 tsk vaniljusukur
3 egg
40 g eplamjøl
35 g glutenfrítt havramjøl
1 tsk bakipulvur
65 g kakaopulvur
Eitt lítið sindur av salti

Vanilju/mint mousse
50 g sukur
2 tsk vaniljusukur
2 past. eggjablommur
2,5 dl róma
4 husblas
2 tsk mint ekstrakt
0,5 dl róma

Sjokulátaglasur
100 g myrk sjokuláta
(ynskist meiri mintsmakkur, kann helvtin verða 50 g myrk sjokoláta við mintsmakki )
1 dl róma
30 g smør

Soleiðis gert tú

  • Set ovnin á 175 stig heit luft
  • Smelta smørið
  • Píska sukur, egg og vaniljusukur væl til tjúkkan eggjasnaps
  • Blanda mjølini saman við kakaopulvur, salt og bakipulvur og síla í eggjasnapsin
  • Koyr smørið í og rør alt varliga saman
  • Koyr í tveir rundar formar á 22 cm í diametur og baka í uml 20 min.
  • Lat kølna
  • Koyr husblas í ein bolla vid køldum vatni og lat standa í uml. 10 min.
  • Píska eggjablommur, sukur og vaniljusukur væl til tjúkkan eggjasnaps
  • Píska róman (ikki ov væl, skal ikki vera ov stívur)
  • Blanda róma og eggjasnaps saman
  • Hita róma (0,5 dl) saman vid mint ekstrakt, kroyst vatnið úr husblasinum og rør í inntil alt er upployst
  • Koyr 1 spsk av róma/eggjasnaps blandingini í husblas blandingina og rør væl. Ger hetta 3 ferð afturat og koyr síðani restina av blandingini í róma/eggjasnaps blandingina og rør saman.
  • Legg fyrsta botn í botnin á einum formi, sum er 22 cm í diametur, ið er fóðraður við køkufilmi ella bakipappíri og stoyt mousse omaná
  • Stilla køkuna í køliskápið í tveir tímar, legg síðani annan botnin omaná mousse og lat køkuna standa í uml 3 tímar aftur.
  • Sker sjokulátuna og smørið í bitar, hita róman til beint áðrenn kókipunktið, stoyt omanyvir og rør væl.
  • Tak køkuna úr forminum og stoyt sjokulátaglasurin omanyvir.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.