Morgunvakt til Á handilin við Sundsvegin

Í sambandi við at vit um- og útbyggja handilin, hava vit tørv á fleiri starvsfólkum. Vit leita eftir einum ágrýtnum og vinarligum starvsfólki.

Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu.

Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:

  • Hava ábyrgdina av bake- off deildini
  • Hava ábyrgdina av salatbarrini

Bake- off deildin og salatbarrin vera títt ábyrgdarøki og her fært tú møguleika at hava eina ávirkan og at vísa tíni hugskot.

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Dámar at møta tíðliga
  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligt
  • Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
  • Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Hallbjørg Haraldsen, handilsleiðara, á tlf. 214252.

Talan er um 25 tímar um vikuna, við møguleika fyri at tillaga tímatalið. Arbeitt verður mándag til fríggjadag frá klokkan 6 til klokkan 11. Løn eftir avtalu.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum.
Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. juli 2022.

Starvsumsókn - Starvsfólk til Á handilin við Sundsvegin

 

Verification