Næmingur til Á handilin á Glyvrum


Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum handilsnæmingi við sergrein innan matvøru.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.
  • Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving umsøkjarin hevur. Í lærutíðini skal næmingurin fimm ferðir til Danmarkar á skeið, eina viku í senn.
  • Lønin og setanarviðurskiftini eru sambært S&K sáttmálanum.

Umsøkjarin
Vit vænta, at tú:

  • Raðfestir góða kundatænastu
  • Ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS-, HH-, HF-, studentprógv ella aðra miðnámsútbúgving

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna.
Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 27. desember 2020.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Margretu Thomsen, handilsleiðara, á tlf. 233939.

Starvsumsókn - Næmingur til Á handilin á Glyvrum

 

Verification