Skrivstovufólk til Á og Samkeyps handlarnar
– hálva tíð
Vit leita eftir skrivstovufólki til okkara Á og Samkeyps handlar at arbeiða hálva tíð.
Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:
- Viðlíkahalda vøruskrá og prísir í kassaskipanini
- Leggja tilboð í kassaskipanina
- Ymiskt annað í hesum sambandi
Tú hóskar væl til starvið, um tú:
- Ert ábyrgdarfull/ur
- Ert fleksibul
- Hevur eitt skipað arbeiðslag og ger tingini ordiligt
- Hevur góðan telduførleika
Starvsstaður kann vera í einum av handlum okkara í Havn, Toftum, Fuglafirði ella Vestmanna.
Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Bassa Haraldsen, handilsleiðara á tlf. 214005, ella senda teldupost til bassi(at)haraldsen.fo
Starvið verður lønt eftir avtalu.
Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 21. november 2021.