Starvsfólk til Á handilin í Vestmanna

– 30 tímar um vikuna

Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu. Um tú ert til reiðar at bretta upp um armar og ynskir ein fjølbroyttan arbeiðsdag, ja so hóska vit møguliga væl saman.

Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:
• Ráðgeva og hjálpa kundunum og avgreiða við kassan
• Seta vøru fram og snøgga um handilin
• Rudda upp í handlinum og á lagrinum

Tú fært títt egna ábyrgdarøki, har tú hevur møguleika at vísa tíni hugskot.

Tú hóskar væl til starvið, um tú:
• Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
• Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
• Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligt
• Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
• Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi.

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Boga Mørkøre, leiðara, á tlf. 583632.
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Talan er um 30 tímar um vikuna, dagvaktir mánadag til fríggjadag, at byrja skjótast gjørligt.

Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. desember 2019 kl. 12.00.

Starvsumsókn - Starvsfólk til Á Vestmanna – 30 tímar um vikuna

 

Verification