Starvsfólk til Á handilin við Landavegin

– fulla tíð

Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu. Um tú ert til reiðar at bretta upp um armar og ynskir ein fjølbroyttan arbeiðsdag, ja so hóska vit møguliga væl saman.

Tínar høvuðs arbeiðsuppgávur verða:

  • Tú fært títt egna øki, sum tú hevur ábyrgdina av
  • Seta vøru fram og snøgga um handilin
  • Ráðgeva og hjálpa kundunum
  • Veita eina góða kundatænastu


Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til, um kundin hevur tørv á hjálp
  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og ger tingini ordiligt
  • Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
  • Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Kára Andreasen, handilsleiðara, á tlf. 212444.

Talan er um 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Løn sambært avtalu.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna.
Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 6. august 2023.

 

Starvsumsókn - Starvsfólk til Á handilin við Landavegin

 

Verification