Vaskifólk til Á við Sundsvegin

Vit leita eftir einum starvsfólki at vaska í Á handlinum við Sundsvegin. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu.

Tín høvuðsarbeiðsuppgáva er at hava ábyrgdina av dagligu reingerðini av handlinum.

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini til fulnar
  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Hallbjørg Haraldsen, handilsleiðara, á tlf. 214252.

Talan er um 15-20 tímar um vikuna. Arbeitt verður fimm dagar um vikuna. Arbeiðstíðir og løn eftir avtalu.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum.
Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. juli 2022.

Um tann rætta umsóknin kemur áðrenn tíðarfreistin er úti, kann starvið verða sett beinanvegin.

Starvsumsókn - Vaskifólk til Á Sundsvegur

 

Verification