Starvsfólk til Á handilin í Fuglafirði

– 25 tímar um vikuna

Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu. Um tú ert til reiðar at bretta upp um armar og ynskir ein fjølbroyttan arbeiðsdag, ja so hóska vit møguliga væl saman.

Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:
• Ráðgeva og hjálpa kundunum og avgreiða við kassan
• Seta vøru fram og snøgga um handilin
• Rudda upp í handlinum og á goymsluni

Tú fært títt egna ábyrgdarøki og hevur møguleika fyri at hava ávirkan.

Tú hóskar væl til starvið, um tú:
• Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
• Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
• Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligt
• Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
• Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi.

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Kristinu Obradovic, leiðara, á tlf. 223303

Talan er um 25 tímar um vikuna, dagvaktir mánadag til fríggjadag, at byrja skjótast gjørligt. Løn sambært avtalu.

Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2020.

Starvsumsókn - Starvsfólk til Á handilin í Fuglafirði

 

Verification