Tá man hevur cøliaki kan man ikki eta tær vanligu makrónunar ella makrónraspið, sum man kann keypa í matvøruhandlunum, tí oftast er gluten í. Eg havi tí valt at gjørt eina uppskrift hesa ferð, fyri at vísa hvussu lætt man kan gera glutenfríar makrónur og müsli, ið kann nýtast sum køkurasp.

Glutenfrí

Súrepla trifla

TILFAR
Súreplamos
1 kg súreplir
1 dl vatn
65 g sukur
1 tsk vaniljusukur

Müsli
3 dl glutenfrítt havragrýn
1 dl mandlur
2 spsk kokusolja
2 spsk hunang
1 tsk vaniljusukur

Makrónur
55 g mandlur
1 eggjahvíti
75 g sukur
75 g flormelis

Rákrem
3 eggjareyðar
2 spsk sukur
1 spsk flormelis
2,5 dl róma
1 tsk vaniljusukur

 

Soleiðis gert tú

Súreplamos

  1. Skola súreplini og sker tey í smáar fýrakantar.
  2. Koyr súreplini í eina stóra grýtu saman við hinum súreplamos- tilfarinum og lat kóka í uml. 25 min.
  3. Blenda greytin við stavblendara og lat kólna.

Makrónir

  1. Blenda mandlurnar í foodprocessara.
  2. Koyr restina av makrónutilfarinum í og blenda uml. ½ – 1 min. til alt er væl samanblandað.
  3. Koyr deiggið í posa og sproyta smáar rundingar á bakiplátu klødd við bakipappíri.
  4. Baka á 150 stigum, heit luft, í uml 25 min. Lat kólna á rist.

Müsli

  1. Smelta kokusolju og hunang á pannu á miðal hita.
  2. Hakka mandlurnar og koyr á pannuna saman við havragrýni og vaniljusukri.
  3. Tak av hitanum og lat kólna, tá alt er væl samanblandað og verið á pannuni í uml. 5 min.

Rákrem

  1. Píska róman stívan.
  2. Píska eggjareyðar, sukur, florsukur og vaniljusukur væl, til tjúkt skúm og blanda saman við pískaða rómanum.

Samla trifluna
Legg trifluna saman, við at leggja súreplamos, müsli, knústar makrónir í eitt ella fleiri løg og enda við rákremi omaná.

Prei

Súreplamosið smakkar eisini sera væl saman við jogurti og müsli til morgunmat.

Um Unn

Eg eiti Unn og búgvi í Keypmannahavn, har eg arbeiði við at tillaga talgildar loysnir til tørvin hjá brúkarunum.
Eg havi cøliaki/glutenviðkvæmi og havi tí gjørt bloggin glutenfrifoodie.dk, har tú kanst finna íblástur til góðan og leskiligan glutenfrían mat og bakstur.