Hvussu ger man?
Tankin er, at um tit hava brúk fyri einum neti at bera vøruna heim við, so vilja vit fegin lána tykkum eitt fyri 20 kr. Tú kanst velja at hava netið og brúka tað so leingi tær lystir, ella lata tað inn aftur, har tú lánti tað og sostatt fáa 20 kr. aftur. Á hendan hátt fara netini í ringrás millum okkara kundar. Dugni, bøtir og vaskar hesi netini, áðrenn tey verða latin út aftur til handilin. Vit vóna, at netini verða nógv brúkt.
Hvat um netið skrædnar ella blívur skitið?
So letur tú tað inn aftur, har tú lánti tað og tekur tær eitt nýtt, tí vit átaka okkum at vaska og bøta netini.
Dugni og Á ynskja at minka munandi um nýtsluna av plasti, tí vit mugu øll stremba eftir at gerast grønari – eisini vit handlar!
Tað er torført at sleppa undan øllum plastinum, men um vit sum handil vísa á aðrar valmøguleikar, so vóna vit, at vit eru við til at stimbra til eina hugburðsbroyting á hesum økinum.
Dugni hevur í longri tíð arbeitt við at menna eitt alternativ til keypsnet úr plasti. Úrslitið bleiv LÁNINET, sum Dugni hevur sniðgivið, seymað og prentað. Toyið, sum láninetini eru seymað úr, er alt nýnýtt. Stórur partur av hesum fyrstu netunum, eru seymað úr brúktum dúkum frá Hotel Vágum og Hotel Hafnia.