Minka um matoyðsl!
Vit ynskja at taka ábyrgd og gera ein mun, tí hava vit í Á-samtakinum sett okkum fyri at minka um matoyðsl.
Vit royna at stimbra undir eina hugburðsbroyting og vóna, at tit vilja vera við!
Hvat er matoyðsl?
Tað, ið vanliga verður bólkað sum matoyðsl, er sjálvsagt matur, ið er etandi, men sum verður tveittur burtur. Her kann nevnast breyð, frukt, og grønmeti og døgurðarestir.
Hvat gera vit?
- Vit seta sjóneykuna á matoyðsl
- Vit geva góð ráð um minkan av matoyðsli
- Vit lata uppskriftir av matrestum
- Vit hava lágan stykkjaprís heldur enn mongdaravsláttur
- Vit seta prísin niður á vørum, ið hava stutt haldføri
Les meira á matoydsl.fo