Vistfrøði

Grøn Balance vørurnar hava høga góðsku, umframt at úrvalið er umhvørvisvinarligt og vistfrøðiligt. Grøn Balance arbeiðir miðvíst við at menna nýggjar vørur, ið í dag fevna um alt frá mati til reingerð.

Vørur við samvitsku

Seinastu árini hevur keypsmynstrið broytt seg á tann hátt, at kundarnir seta størri krøv til vørunar og ynskja m.a. at vørurnar eru umhvørvisvinarligar. Tískil hava vit valt at fáa Grøn Balance í okkara vøruskrá.