Hetta er ein góðskublæa, sum m.a. hevur vunnið “Best i test” í Danmark. Hon er mjúk, fjálg og situr sera væl. Vørulýsingin er gjørd í samstarvi við Astma-Allergi Danmark.

Blæan er svanamerkt

og lýkur sostatt hesar treytir

  • at atlit eru tikin fyri heilsuni
  • at vøran hevur høga góðsku
  • at eingin hormonórógvandi evni eru nýtt (t.d. parabenir)
  • at eingin evni, sum eru kend fyri at elva til ovurviðkvæmi eru nýtt
  • strong krøv til anga og umhvørvi

Newborn og mini støddirnar hava “vátindikator”

REMA 1000 blæan

Les um støddirnar og úrvalið av blæunum her…

20. februar – 24. februar

Á blaðið

Glutenfríir føstulávintsbollar

við kremi

Nú er skjótt Føstulávint, ein siðvenja sum eg, sum barn, minnist var fylt við hugna, grýluklæðum og ikki minst føstulávintsbollum. Tað var so lekkurt, aftaná at hava verið úti í kuldanum og spælt, at koma heim til heimabakaðar føstulávintsbollar. Hesir eru glutenfríir, men um man tolir gluten, so ber til at býta glutenfría mjølið um við somu mongd av vanligum hveitimjøli.

Eg pynti bollarnar við florsukuri og sjokulátaglasuri, men um man ynskir annan glasur og kanska okkurt ”krymmil”, so er bara hugflogið sum setur mørkini. Far til uppskrift →

Fyltir croissantar

Hesin rætturin kann njótast sum ein lættur miðmáli ella forrættur. Tað er lætt at skapa croissantarnar við keypta smørdeigginum, og fylluna kann man sjálvur avgera, men hendan samansetingin hóskar væl.

Krás

Á handlarnir fáa kjøt frá Krás fimm ferðir um vikuna. Tað eru bara dygdarvørur, ið koma í kølidiskin við Krás stemplinum á.

 

Borðreið

Borðreið

Hettar riggar væl at eta saman við eplabátum, ið eru vendir í olju og salti og stoktir í ovni í umleið 50 min. Eisini riggar væl at hava salat við.

Hara í øli

2 persónar

Tilfar ½ hara, skorin í 3-4 partar salt 2-3 dl øli 25 g smøri eitt sindur av hveitimjøli 1 leyk, skorin i terningar 2 gularøtur, skornar í skivar 2 tsk timian 3 dl turrum hvítvíni 1 dl hindbærsaft 1-2 spsk ribsgelé

Arbeiðsháttur

Gníggja harustykkini við salti og koyr tey í ein frystiposa, fyll síðan ølið í, bint fyri, og lat liggja í køliskápi í 5 tímar. Tak harustykkini úr posanum og goym ølið. Vend harustykkini í hveitimjølið. Smelta helvtina av smørinum í eini steikigrýtu og brúnka harustykkini saman við smeltaða smørinum. Tak harustykkini upp, smelta restina av smørinum, og brúnka so leykin og gularøturnar saman við. Legg harustykkini í aftur steikigrýtuna, saman við leyki og gularótum, krydda við timian og stoyt ølið og hvítvínið í steikigrýtuna – lat smákóka í ein tíma. Tá ið 10 min. eru eftir at steika, skal ribsgelé og hindbersaft koyrast í. Smakka til við salti.

Minka um matoyðsl

Vit ynskja at taka ábyrgd og gera ein mun, tí hava vit í Á-samtakinum sett okkum fyri at minka um matoyðsl við at stimbra undir eina hugburðsbroyting, og vit vóna, at tit vilja vera við!

Ein faldari við góðum ráðum um hvussu tú kanst goyma frukt og grønmeti, er sendur til hvørt hús í Føroyum. Faldarin er eisini tøkur í øllum Á handlum. Nýggja heimasíðan www.matoydsl.fo verður okkara pallur, tá ið tað snýr seg um matoyðsl.