Ársins herðaklapp til Á handlarnar

Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga virðisløn til ein føroyskan lýsara, fyritøku, persón ella stovn, sum nevndin metur hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna árinum. Eitt frambrot, sum vit sum fakfólk, meta skal heiðrast. Eitt frambrot, sum vit ikki meta brúkarin dugir eins væl at seta fingurin á og virðismeta sum vit í vinnuni kunnu og eiga at gera.

Nevndin í FFM hevur í ár avgjørt at lata ársins herðaklapp til eina fyritøku, ið hevur gingið á odda at steðga matoyðsli og yvirnýtslu. Hettar er ein fyritøka, sum hevur tikið samfelagsatlit og ábyrgd við at stimbra undir eina hugburðsbroyting um matoyðsl, og hevur faktiskt biðið sínar kundar um at keypa minni frá teimum fyri at minka um óneyðugt spill av mati og resursum. Hetta er eitt frambrot í føroyskari marknaðarføring.

Hetta er samstundis ein handilsfyritøka, ið av egnum eintingum er farin frá “keyp 3 fyri prísin av 2” sølupolitikkinum til heldur at geva øllum kundum lut í goðu tilboðunum – líkamikið hvussu stórur innkeypstørvurin er.

Handilsfyritøkan var eisini millum tær fyrstu, ið byrjaðu at seta prísin niður á vørum, ið skjótt ganga út. Ofta verður eisini bjóðað ókeypis frukt til barnsligar kundar og ofta verða serligt atlit víst teimum veikastu brúkarunum í samfelagnum.

Fyri alt hettar valdi fráfarandi nevndin í FFM at lata ársins herðaklapp til Á handlarnar í Føroyum!