Kremut hokkaidosuppa

Nú byrjar man at merkja kuldan, og hvat er tá betur enn ein góð suppa! Hendan hóskar seg bæði sum ein lættur rættur á middegi og sum forrætt ella høvuðsrætt. Tað kann tykjast møtumikið at fara í gongd, men av tí at skalið eisini kann etast, er hetta ein skjótur rættur at gera.

Tilfar
1 hokkaido graskar
1 leyk
2 hvítleykspungar
1 litur vatni
1 grønmetisbótarmola
200 g rómaost
Krydda við salti, pipari og chili
Súrróma og breyð afturvið

Arbeiðsháttur

  • Reinsa graskarið og tak steinarnar burtur. Lat skalið verða á og sker graskarið í miðalstór stykkir
  • Brúnka leykin og hvítleykin í einari grýtu og koyr síðani graskarstykkini í
  • Koyr vatnið og bótarmolan í grýtuna, og lat kóka í áleið 20 minuttir
  • Blenda nú suppuna, so hon fær ein bleytan konsistens
  • At enda koyrir tú rómaostin í, letur hann smelta og smakkar til við kryddaríum

Nú er klárt at borðreiða við hesum vælsmakkandi heystrættinum.

Um Vígdis

Vígdis er 28 ára gomul og býr í løtuni í Aarhus, har hon lesur sálarfrøði. Við síðuna av lesnaðinum hevur hon bloggin SukurSøtt, ið er á tremur við kreativum hugskotum og leskiligum uppskriftum.

Hokkaidosuppa

Kremut hokkaidosuppa Nú...
Les meira

Høsnarungarestir

Høsnarungarestir á...
Les meira

Bananísur

Bananísur við tilhoyri Eg...
Les meira

Grønmetissúpan

Grønmetissúpan við brokkoli...
Les meira

Summarrullur

Summarrullur við restum...
Les meira