Eggjamuffur

Eggjamuffur

Eggjamuffur við høsnarungabitum og brokkoli

Telefonin er aftur farin at láta árla á morgni. Hon minnir okkum á, at summarið er farið at rigga av, og gerandisdagurin trokar seg framat. Hjá teimum flestu eru matpakkar fastur táttur í gerandisdegnum. Tað betrar munandi um arbeiðs- ella skúladagin um man veit, at okkurt leskiligt bíðar í taskuni. So nú fara vit í gongd!

Tilfar til 12 stórar muffur

150 g høsnarungabitar
200 g fleskabitar
200 g mais
2 gularøtur
1 stóran leyk
1/3 brokkoli
12 egg
Salt, pipar og timian

Arbeiðsháttur

1. Set ovnin á 180 stig við luft
2. Um tú brúkar eina muffinsplátu, smyr so plátuna við feitti, hettar ger tað lættari at fáa muffurnar úr aftur, tá ið tær eru bakaðar
3. Steik fleskið á pannuni og stoyt feittið frá
4. Sker grønmetið smátt
5. Rør eggini saman í einum bolla og smakka til við kryddaríum
6. Legg fyrst høsnarungabitarnar niðast í muffuformarnar og síðani grønmetið og fleskið
7. Stoyt síðani eggjablandið í
8. Nú er klárt at baka í 25 min.
9. Borðreið við einari lekkrari salat og breyði

 

Hesar lekkru matmuffurnar eru sera lættar at gera og hóskar væl til matpakkan.

Fleskasteiksburgari

Fleskasteiksburgari

Fleskasteiks­burgari

Royn fleskasteikina á ein øðrvísi hátt við hesum lekkra fleskasteiks­burgaranum. Vit eru kanska nøkur sum halda, at tann siðbundni rætturin við fleskasteik kann verða keðiligur í longdini. Men nú kann vend koma í og fleskasteikin kann fáa ein heilt nýggjan smakk.

Burgarabollar 8 stk.

1 ¼ dl lunkað vatn
1 ¼ dl mjólk
25 g ger
1 egg
50 g sukur
1 spsk. hunangur
40 g bleytt smør
Eitt sindur av salti
450 g mjøl

Set ovnin á 220°.

Byrja við at stoyta mjólk og vatn í ein bolla (tryggja tær, at tað hevur rættan hita), rør so gerina í. Síðani skulu egg, sukur, hunangur, salt og til seinast mjølið í. Elt deiggið væl saman og koyr síðani bleyta smørið í og elt aftur í eina góða løtu. Lat deiggið ganga í umleið ein tíma.

Rulla nú deiggið í átta bollar og lat bollarnar ganga í ein hálvan tíma. Trýst bollarnar flatar og smyr teir við eggi og stroy við onkrum pyntiligum fræi. Bollarnir skulu  ganga í ein hálvan tíma afturat, áðrenn teir skulu bakast í ovninum í 12-14 minuttir.

Fylla

Salat
Stoktur leykur
Reyðkál
Súltaðar agurkur
Reytt pesto

Fleskasteikina steikir tú í ovninum, júst sum tú plagar. Tú kanst velja at hava svørðin við í burgaranum ella skera hann av og hava hann sum tilhoyr.

Burgarin verður borðreiddur við heimagjørdum eplabátum og dressingi.