Frísklig køka

við lemoncurd

TILFAR
til eina runda køku við 20cm tvørmáti

2 eggjareyðar
100 g sukur
200 g mjøl
1 tsk bakipulvur
0,75 dl mjólk
100 g smør
 lemoncurd
6 husblas

til marengs
2 eggjahvítar
70 g sukur

SOLEIÐIS GERT TÚ

  • Set ovnin á 175 stig luft.
  • Píska eggjareyðar og sukur til eitt ljóst skúm.
  • Koyr síðani bleyta smørið í og píska aftur.
  • Blanda mjøl og bakipulvur og stoyt tað spakuliga í, ímeðan tú pískar.
  • Stoyt síðani mjólkina í, ímeðan tú pískar.
  • Legg bakipappír á botnin á springforminum. Koyr helvtina av deigginum í og legg eitt tunt lag av lemoncurd omaná. Brúka ein knív at røra tað eitt sindur saman við deigginum. Koyr nú restina av deigginum omanyvir og baka í ovninum í 20-25 minuttir.
  • Ímeðan køkan verður bakað pískar tú fyrst eggjahvítarnar til stívt skúm. Síðani stroyur tú spakuliga sukrið í, í pískar í einar 5-10 minuttir, til marengsið er stívt.
  • Tak køkuna úr ovninum. Smyr eitt gott lag av lemoncurd oman yvir. Sproyta nú toppar av marengs omanyvir og baka síðani aftur í 5 minuttir á 235 stig. Bara soleiðis at marengsið fær ein gyltan lit.

Heimagjørt

Lemoncurd

TILFAR
3 egg
170 g sukur
70 g smør
4 vistfrøðiligar sitrónir

SOLEIÐIS GERT TÚ

  • Pressa saftina úr øllum fýra sitrónunum.
  • Rív síðani skalið av tveimum sitrónum.
  • Koyr egg, sukur, sitrónsaft og sitrónskal í eina grýtu og rør. Sker smørið í bitar og koyr tað í so við og við, til tað er smeltað.
  • Rør nú í tí til tað fær rætta konsistens.
  • Síðani sílar tú tað, so klumparnir verða sílaðir burtur.
  • Goym tað í tøttum ílati.