Frísklig køka við lemoncurd

Frísklig køka við lemoncurd

Frísklig køka

við lemoncurd

TILFAR
til eina runda køku við 20cm tvørmáti

2 eggjareyðar
100 g sukur
200 g mjøl
1 tsk bakipulvur
0,75 dl mjólk
100 g smør
 lemoncurd
6 husblas

til marengs
2 eggjahvítar
70 g sukur

SOLEIÐIS GERT TÚ

  • Set ovnin á 175 stig luft.
  • Píska eggjareyðar og sukur til eitt ljóst skúm.
  • Koyr síðani bleyta smørið í og píska aftur.
  • Blanda mjøl og bakipulvur og stoyt tað spakuliga í, ímeðan tú pískar.
  • Stoyt síðani mjólkina í, ímeðan tú pískar.
  • Legg bakipappír á botnin á springforminum. Koyr helvtina av deigginum í og legg eitt tunt lag av lemoncurd omaná. Brúka ein knív at røra tað eitt sindur saman við deigginum. Koyr nú restina av deigginum omanyvir og baka í ovninum í 20-25 minuttir.
  • Ímeðan køkan verður bakað pískar tú fyrst eggjahvítarnar til stívt skúm. Síðani stroyur tú spakuliga sukrið í, í pískar í einar 5-10 minuttir, til marengsið er stívt.
  • Tak køkuna úr ovninum. Smyr eitt gott lag av lemoncurd oman yvir. Sproyta nú toppar av marengs omanyvir og baka síðani aftur í 5 minuttir á 235 stig. Bara soleiðis at marengsið fær ein gyltan lit.

Heimagjørt

Lemoncurd

TILFAR
3 egg
170 g sukur
70 g smør
4 vistfrøðiligar sitrónir

SOLEIÐIS GERT TÚ

  • Pressa saftina úr øllum fýra sitrónunum.
  • Rív síðani skalið av tveimum sitrónum.
  • Koyr egg, sukur, sitrónsaft og sitrónskal í eina grýtu og rør. Sker smørið í bitar og koyr tað í so við og við, til tað er smeltað.
  • Rør nú í tí til tað fær rætta konsistens.
  • Síðani sílar tú tað, so klumparnir verða sílaðir burtur.
  • Goym tað í tøttum ílati.
Nútíðar súreplakøka

Nútíðar súreplakøka

Nútíðar

súreplakøka

TILFAR
150 g makrónurasp
125 g smør
6 dl súreplagreytur
5 ørk husblas
1 spsk sukur
½ l róma
200 g hvít sjokuláta
2 dl mjólk
6 husblas

Soleiðis gert tú

Súreplagreyturin

  • Smelta smør og rør tað saman við makrónuraspinum. Legg tað í botnin á einum springformi við 20 cm tvørmát. Stilla á køl.

Botnurin

  • Legg 5 ørk av husblas í vatn. Kóka súreplagreytin í einari grýtu og koyr eina spísuskeið av sukur í. Vind vatnið úr húsblassinum, og lat tað smelta í grýtuni saman við súreplagreytinum. Lat kølna.
  • Koyr helvtina av súreplagreytinum oman yvir makrónubotnin og stilla aftur í køliskápið í 30 min.

Sjokulátamousse

  • Legg 6 ørk av husblasi í vatn. Koyr mjólkina í eina grýtu og lat husblassini smelta í grýtuni.
  • Sker hvítu sjokulátuna í bitar, og koyr hana í grýtuna at smelta.
  • Tak grýtuna av plátuni og lat kølna.
  • Píska róman.
  • Tá sjokulátakremið er kølnað, blandar tú eitt sindur av rómanum saman við. Hetta gert tú nakrar ferðir, til allur rómin til seinast er blandaður saman við sjokulátuni.
  • Koyr sjokulátamoussið í springformin, omanyvir tað fyrsta lagið av súreplagreytinum og stilla í køliskápið í 30 min.
  • Enda við at koyra restina av súreplagreytinum, oman yvir sjokulátamoussið.
  • Lat køkuna standa á køl í minsta lagi seks tímar, áðrenn tú tekur hana úr springforminum.

    Prýði
  • Rómi og hvít sjokuláta
Muffur

Muffur

Muffur

við bláberum og marengsglasing

TILFAR TIL 12 MUFFUR
Muffurnar
150 g sukur
2 egg
160 g mjøl
1,5 tsk. vaniljusukur
1 tsk. bakipulvur
0,75 dl mjólk
130 g smør
100 g bláber
120 g marcipan
50 g hvít sjokuláta

Marengsglasing
1 dl hitaviðgjørdir eggjahvítar
200 g flormelis
eitt sindur av vaniljusukur

Prýði
Jarðber, bláber ella hindber

Soleiðis gert tú

  • Set ovnin á 175 stig.
  • Píska egg og sukur saman.
  • Koyr síðani alt tað turra tilfarið í, og píska deiggið væl.
  • Koyr nú smeltaða smørið og mjólkina í, og píska aftur.
  • Til seinast skal marcipanið, hvíta sjokulátan og bláberini rørast varliga í. Vend bláberini í eitt sindur av mjøli, áðrenn tú koyrur tey í deiggið, soleiðis at tey ikki liggja á botninum, tá muffurnar verða bakaðar.
  • Koyr síðani deiggið í 12 muffuformar og baka mitt í ovninum í 20 minuttir.
  • Lat muffurnar kølna ímeðan tú gert marengs glasingina.
  • Píska hitaviðgjørdu eggjahvítarnar og stroy flormelis í so við og við.
  • Píska síðani í 8-10 minuttir, so marengsið verður passaliga tjúkt.
  • Koyr marengsið í ein sproytiposa og sproyta tað í smáar toppar oman á muffurnar og prýð við berum.
Banoffe pie

Banoffe pie

Banoffe pie

TILFAR
400 g digestive
200 g smør
5 bananir
1 dós av karamelliseraðaði mjólk (dulce de leche)
6 dl róma

Soleiðis gert tú

  • Knúsa keksirnar í einum posa og blanda tær saman við smeltaða smørinum.
  • Koyr keksablandið í springformin. Trýst keksakantin eitt sindur hægri enn miðjuna.
  • Stilla springformin við keksabotninum á køl í ein tíma.
  • Rør karamelliseraðu mjólkina saman við einum desilitri av ópískaðum róma og smyr tað omaná keksabotnin.
  • Sker bananirnar í skivar og stroy tær omanyvir karamellið.
  • Til seinast skal rómin pískast og koyrast omanyvir bananirnar.
  • Tak springformin av og borðreið køkuna.
Sjokulátamousse-køka við nøtabotni

Sjokulátamousse-køka við nøtabotni

Sjokulátamousse-køka við nøtabotni

Nøtabotnur
100 g mandlur
100 g heslinøtir
5 eggjahvítar
200 g sukur
1 spsk hveitimjøl
¼ tsk bakipulvur

Sjokulátamousse
200 g myrk sjokuláta
4 hitaviðgjørdar eggjablommur
3 hitaviðgjørdar eggjahvítar
75 g florsukur
3 dl róma

Prýði
Rómi
Jarðber
Hvít sjokuláta

Nøtabotnur

  • Set ovnin á 175°
  • Skola nøtirnar og hakka tær fínt í einum minihakkara
  • Píska eggjahvítar og sukur til marengs
  • Rør nøtir, mjøl og bakipulvur saman við marengsblandinum og koyr tað í ein springform (uml. 20-22 cm), ið er klæddur við bakipappíri í botninum
  • Baka mitt í ovninum í uml. 40 minuttir ella longur, botnurin skal bara ikki vera ráur
  • Tak botnin úr springforminum og lat hann kólna

Sjokulátamousse

  • Píska eggjablommur og florsukur til tú fært eitt ljóst krem
  • Píska eggjahvítarnar stívar í einum øðrum bolla
  • Píska nú róman í enn einum bolla
  • Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og lat sjokulátuna kólna eitt sindur
  • Rør eitt sindur av eggjablandinum saman við smeltaðu sjokulátuni, soleiðis at sjokulátan ikki klumpar av hitamuninum.
  • Blanda síðani sjokulátuna saman við restini av eggjablandinum
  • Rør eggjahvítarnar spakuliga saman við og seinast skal rómin rørast í
  • Klæð springformin við plastfoliu, koyr nøtabotnin niður í aftur og stoyt síðani sjokulátamoussið omaná
  • Lat køkuna standa í køliskápinum í seks tímar, áðrenn tú prýðir við róma, jarðberum og hvítari sjokulátu.